|
Lørdag, 3. september 2011 19:47 |
Nú nærkast heystið, og vónandi er hugur til enn einaferð at hittast í Álaborg C.H. Rydersvej 24, til hugnaliga samveru, fríggjakvøldið 7. okt. 2011 kl. 19. Eftir at hava etið føroyskan døgurða, og sjálvsagt sungið, fer Torben Johannesen, føroyskur prestur í Klim, at siga frá einum kvæði, og síðan verður farið upp á gólv. Kaffi/te og smákøkur verða at fáa. Tiltakið koster 125 kr.
Vinarliga boða frá hjá Sonju á Argjaboða tlf 9894 9463, Finn Harladsen tlf 9831 4723, Hjørleif Splidt tlf 9815 1610 ella Litu Godtfred tlf 9815 2960 áðrenn 4. okt.
Møtið fjøllment!
Eldrabólkurin
|
|
Senest opdateret: Mandag, 12. september 2011 08:11 |
|
|
Fredag, 2. september 2011 13:49 |
|
Til øll børn og foreldur teirra!
Nú fara vit aftur at skipa fyri tí væleydnaða tiltakinum, sum vit høvdu fyrstu ferð í mai-mánaði í ár.
Komið til eitt annarleiðis og stuttligt tiltak í høllini í Filstedvejens Skole (Vejgaard) sunnudagin tann 18. septembur kl. 10.00-12.00. Tað verður ein dagur, har børnini sleppa at røra seg og brenna eitt sindur av krúti av. Vit finna reiðskap og bóltar fram, og kanska vit finna uppá at spæla okkurt spæl. Um onkur gjarna vil spæla okkurt ávíst spæl, sum td. badminton, má man taka ketjara við sjálvur. Allir møguleikar eru tó opnir, tað týdningarmesta er, at børnini hugna sær.
Tiltakið kostar 20 kr fyri hvørt barn/systkinaflokk, tvs. hvør familja gjaldar 20 kr um tey hava eitt barn ella fleiri.
Vatn og frukt verður til børnini.
Neyðugt er at tilmelda seg, við at senda ein mail til
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
og upplýsa hvussu nógv børn koma.
Adressan er: Filstedvejens skolehal, Filstedvej 16, 9000 Aalborg
Vinarliga Nevndin |
|
Fredag, 17. juni 2011 18:57 |
|
Góðu limir! Freistin til at melda seg til Jóansøkuhaldið er útsett til mikudagin 22/6, so tit øll, ið ætla at koma við, men sum ikki hava meldað tykkum enn, skundi tykkum og geri tað, við at senda ein mail til
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
- tað er tíð eftir enn!! Minnist til at upplýsa hvussu nógv tit eru.
Kostnaður 50,- fyri vaksin og 20,- fyri børn. Vónandi fáa vit eitt hugnaligt kvøld saman.
Vinarliga Nevndin |
|
|
Fredag, 2. september 2011 13:39 |
|
Fríggjakvøldið 9. Sep. verður Pubquiz í hølum felagsins. Dyrnar lata upp kl. 20.00.
Sum nakað serligt hetta kvøldið verður “Happy Hour” frá kl. 20.00 til 22.00. Somuleiðis fáa øll eina gratis “bjór” tá tey koma.
Ikki-limir kunnu gjalda eitt eindagslimagjald á 20 kr.
Vit vóna at síggja nógv fólk og ikki minst nógv nýggj andlit, eftirsum hetta verður fyrsta pubquiz eftir summarferiuna, og nógvir føroyingar júst eru fluttir her til. So tit, sum eru limir, gevi endiliga boðini víðari til “nýtilflytarirnir” J
Vinarliga Nevndin
P.S. Til ber at finna adressu og annað kunnandi á heimasíðu felagsins: www.alaborg.dk
|
|
Mandag, 13. juni 2011 15:20 |
|
Leygardagin 18. juni kl. 13.00 letur upp málningaframsýning við hvalvíkinginum Jacob Fuglø, í Galleri Hou, Nørregade 19, Hou á Jyllandi. Við á framsýningini verða 27 málningar, har evni er føroyska náttúran.
Ferniseringin verður sunnudagin 19. Juni kl. 14.00, og tá verður høvi at hitta málaran.
Jacob Fuglø hevði sína fyrstu framsýning í Julianehåb í 1967, og hevur síðani tá havt fleiri framsýningar, bæði í Danmark og í Føroyum.
Framsýningin verður frá 18. juni til 8. Juli.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.gallerihou.dk
|
|
|
|
|
<< Første < Forrige 1 2 3 4 5 6 7 Næste > Sidste >>
|
|
Side 1 af 7 |