Innritað

Vitjandi

Vi har 24 gæster online

Tíðindaskriv

Melda teg til her og fá Tíðindaskriv sendandi á mail








Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates
Føroyingafelagið í Aalborg
RÆSTKJØTAVEITSLAN 2012!! Udskriv Email
Søndag, 5. februar 2012 18:10

So er tíðin komin, til at melda seg til árligu ræstkjøtaveitsluna hjá Føroyingafelagnum!
Veitslan verður tann 3. mars og sum nakað nýtt, fara vit í ár at halda veitsluna í Álastovu. Hetta merkir tí eisini, at tað er avmarkað pláss, tí má ein skunda sær at melda seg til áðrenn tað er fult teknað.

Reint praktiskt fer tað at ganga soleiðis fyri seg: Borðhaldið byrjar kl. 19.00, dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn. Dekkað verður upp inni við langborðum, barrin verður sjálvandi opin og kjøtið verður kókað uttanfyri (í skúrinum). Undir borðhaldinum verður felagssangur og undirhald. Seinni tá ið borðhaldið er liðugt, verða langborðini tikin niður og café-borðini verða sett upp, og síðani fer ein professionel Jukebox at spæla tónleik, har øll hava møguleika at seta sín dám á, hvat fyri tónleikur, skal verða spældur. Møguleiki verður fyri at fara upp á gólv til ein dans ella tveir.

Kostnaður fyri tiltakið er:

150,- fyri limir.

300,- fyri ikki-limir (150,- fyri veitslugjald + 150,- fyri limagjald 2012)

Pør, ið ikki eru limir, gjalda: 525,- (300,- fyri 2 veitslugjøld + 225,- fyri limagjald fyri 2012 við avsláttri (sí www. alaborg.dk undir ”Limur”))

Við í prísinum er ein øl/sodavatn.

Frá kl. 23.00 verða dyrnar latnar upp fyri øllum teimum, ið hava hug at koma niðan. Limir sleppa inn gratis, ikki-limir mugu gjalda eitt ein dags limagjald uppá 20,- kr. Tiltakið endar umleið kl. 03.00.

Tilmelding fer fram við at senda ein mail til: Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen. og flyta pening á konto: 1551-1606549, har tit viðmerkja tykkara navn/nøvn. Seinasta freist at melda seg til og hava goldið er 28. februar 2012!!

Senest opdateret: Søndag, 5. februar 2012 18:12
 
Tiltak í Eldrabólkinum fríggjakvøldið 7. okt. 2011 kl. 19‏ Udskriv Email
Lørdag, 3. september 2011 19:47

Nú nærkast heystið, og vónandi er hugur til enn einaferð at hittast í Álaborg C.H. Rydersvej 24, til hugnaliga samveru, fríggjakvøldið 7. okt. 2011 kl. 19.
Eftir at hava etið føroyskan døgurða, og sjálvsagt sungið, fer Torben Johannesen, føroyskur prestur í Klim, at siga frá einum kvæði, og síðan verður farið upp á gólv. Kaffi/te og smákøkur verða at fáa. Tiltakið koster 125 kr.

Vinarliga boða frá hjá Sonju á Argjaboða tlf 9894 9463, Finn Harladsen tlf 9831 4723, Hjørleif Splidt tlf 9815 1610 ella Litu Godtfred tlf 9815 2960 áðrenn 4. okt.

 

Møtið fjøllment!

Eldrabólkurin

Senest opdateret: Mandag, 12. september 2011 08:11
 
PUB QUIZ Udskriv Email
Fredag, 2. september 2011 13:39

Fríggjakvøldið 9. Sep. verður Pubquiz í hølum felagsins. Dyrnar lata upp kl. 20.00.

Sum nakað serligt hetta kvøldið verður “Happy Hour” frá kl. 20.00 til 22.00. Somuleiðis fáa øll eina gratis “bjór” tá tey koma.

Ikki-limir kunnu gjalda eitt eindagslimagjald á 20 kr.

Vit vóna at síggja nógv fólk og ikki minst nógv nýggj andlit, eftirsum hetta verður fyrsta pubquiz eftir summarferiuna, og nógvir føroyingar júst eru fluttir her til. So tit, sum eru limir, gevi endiliga boðini víðari til “nýtilflytarirnir” J

Vinarliga Nevndin

P.S. Til ber at finna adressu og annað kunnandi á heimasíðu felagsins: www.alaborg.dk

 

 
Komið og spælið Udskriv Email
Fredag, 2. september 2011 13:49

Til øll børn og foreldur teirra!

Nú fara vit aftur at skipa fyri tí væleydnaða tiltakinum, sum vit høvdu fyrstu ferð í mai-mánaði  í ár.

Komið til eitt annarleiðis og stuttligt tiltak í høllini í Filstedvejens Skole (Vejgaard) sunnudagin tann 18. septembur kl. 10.00-12.00. Tað verður ein dagur, har børnini sleppa at røra seg og brenna eitt sindur av krúti av. Vit finna reiðskap og bóltar fram, og kanska vit finna uppá at spæla okkurt spæl. Um onkur gjarna vil spæla okkurt ávíst spæl, sum td. badminton, má man taka ketjara við sjálvur. Allir møguleikar eru tó opnir, tað týdningarmesta er, at børnini hugna sær.

Tiltakið kostar 20 kr fyri hvørt barn/systkinaflokk, tvs. hvør familja gjaldar 20 kr um tey hava eitt barn ella fleiri.

Vatn og frukt verður til børnini.

Neyðugt er at tilmelda seg, við at senda ein mail til Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen. og upplýsa hvussu nógv børn koma.

Adressan er: Filstedvejens skolehal, Filstedvej 16, 9000 Aalborg

 

Vinarliga Nevndin

 
Jóansøkuhald!! Udskriv Email
Fredag, 17. juni 2011 18:57

Góðu limir! Freistin til at melda seg til Jóansøkuhaldið er útsett til mikudagin 22/6, so tit øll, ið ætla at koma við, men sum ikki hava meldað tykkum enn, skundi tykkum og geri tað, við at senda ein mail til Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen. - tað er tíð eftir enn!!
Minnist til at upplýsa hvussu nógv tit eru.

Kostnaður 50,- fyri vaksin og 20,- fyri børn.
 
Vónandi fáa vit eitt hugnaligt kvøld saman.

Vinarliga Nevndin

 
<< Første < Forrige 1 2 3 4 5 6 7 Næste > Sidste >>

Side 1 af 7

Komandi tiltøk


Ingen hændelser

Atlantic Airways

Jólatilboð frá Smyril Line

, Powered by Joomla! and designed by SiteGround web hosting